Um mentorskipanina

Á hesari síðuni ber til hjá tær, sum ert undir útbúgving, at senda eina umsókn um at fáa ein mentor úr føroyska vinnulívinum. Ein mentor er eitt fólk við vitan og royndum úr vinnulívinum, sum virkar sum vegleiðari hjá hinum lesandi. Mentorurin vegleiðir hinumlesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið í privata vinnulívinum í Føroyum.


Mentorurin bindur seg til at nýta í minsta lagi 6 tímar árliga til hesa vegleiðing. Tað stendur tó mentorinum frítt at seta meira tíð av til vegleiðingina, um hann ella hon ynskir tað.

Um tú útfyllir teigarnar, sum standa niðanfyri, fer Vinnuhúsið at gera sítt besta fyri at finna ein hóskandi mentor. Um undirtøkan millum tey lesandi verður ov stór, kunna vit ikki lova, at vit finna ein mentor til øll. Vit fara tá at raðfesta lesandi, sum eru komin nakað áleiðis við útbúgvingina.

Tað hevur stóran týdning, at tú gert nakað burturúr at lýsa teg sjálva/n, hví tú vilt hava ein mentor og møgulig ynski til ein slíkan mentor. Á henda hátt hava vit betri møguleika at finna rætta mentorin til tín.

GG! Tín frágreiðing verður send til mentorin.

NEW_SESSION

Mentorskipan

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo