Her eru skrásett størv til lesandi, sum eru viðkomandi fyri lesnaðin. Talan kann verða um vanlig lestrarstørv og um starvslesnað.

 

Vanligt lestarstarv er lønt partíðarstarv í fyritøku, har innihald í starvinum er viðkomandi fyri lesnaðin.

Starvslesandi eru í tíðaravmarkaðum starvið, har tann lesandi arbeiðir sum part av útbúgving síni, og starvstíðin verður góðskrivað frá útbúgvingarstovninum.

 

 

VERKÆTLAN

Starvslesandi til Mest

Virksemið hjá MEST umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Virkisøkini eru í høvuðsheitum: 

•    Skipasmiðjuvirksemi hjá MEST Tórshavn og MEST Skála
•    Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi hjá MEST Runavík
•    Offshore tænastur og arbeiðsmegi til oljuvinnuna umvegis PAM Offshore Service

Vit kunnu bjóða tær uppgávur innan t.d. skipabygging, samskipan, marknaðarføring, sølu, tænastur til offshorevinnuna og fíggjarviðurskifti.  

Hevur hetta tín áhuga, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.


Kontakt persónur: Richard Martin Mortensen

Telefon: 791158

Teldupostur: rmm@mest.fo


Lagt út: 27. desember 2016


Evni:

Bygging

Annað

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo