Her eru skrásett størv til lesandi, sum eru viðkomandi fyri lesnaðin. Talan kann verða um vanlig lestrarstørv og um starvslesnað.

 

Vanligt lestarstarv er lønt partíðarstarv í fyritøku, har innihald í starvinum er viðkomandi fyri lesnaðin.

Starvslesandi eru í tíðaravmarkaðum starvið, har tann lesandi arbeiðir sum part av útbúgving síni, og starvstíðin verður góðskrivað frá útbúgvingarstovninum.

 

 

VERKÆTLAN

Starvslesandi í Vinnuhúsinum

Hevur tú áhuga í at kunna teg um ávís vinnuøki í samband við tín lestur og fáa royndir innan føroyska vinnulívið? So kanst tú søkja um at koma í starvsvenjing í Vinnuhúsinum.


Uppgávur
Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og tørvinum hjá Vinnuhúsinum.

Eitt nú kundi talan verið um:
-    samskipa tiltøk og smærri verkætlanir
-    skriva smærri frágreiðingar 
-    gera greiningar/kanningar
-    kunningartilfar til heimasíðuna
-    ella annað, sum hóskar til fakliga førleikan 
Harumframt fer tann starvslesandi at luttaka í dagliga arbeiðnum í Vinnuhúsinum. Umsøkjarin er eisini vælkomin at koma við ítøkiligum uppskoti til uppgávu ella verkætlan í umsóknini.


Vit vænta, at tú
-    ert lesandi undir hægri útbúgving og í minsta lagi hevur lokið prógv á bachelor stigi
-    hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og megnar at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
-    hevur góðar kunnleikar í føroyskum og enskum máli
-    ert til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar
-    lesur búskaparfrøði, verkfrøði, samskifti, samfelagsfrøði ella aðra líknandi útbúgving.


Setanartreytir
Starvið er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi hjá tí almenna og er ólønt. Ein viðbót verður tó latin eftir nøktandi starvstíð. Starvið er tíðaravmarkað millum 3-6 mánaðir, alt eftir tíðarætlanini frá lestrarstovninum. 
Skrivlig umsókn kann sendast til Vinnuhúsið, og umsókn við prógvum og/ella avriti av úrslitum higartil kunnu sendast til industry@industry.fo. 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maritu Rasmussen, stjóra, ella Jórun Gardar, ráðgeva, á telefon 309900. Meira kunning um Vinnuhúsið er at finna á www.industry.fo 

 

Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnugreinafeløgini.
Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag // Vinnuhúsið // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // industry@industry.fo


Kontakt persónur: Marita Rasmussen

Telefon: 309900

Teldupostur: industry@industry.fo


Lagt út: 27. desember 2016


Evni:

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo