Vegleiðing til setan av starvslesandi og lestrarstørvum.

 

Starvslesandi:

Hetta eru fólk undir hægri lesnaði, ið sum part av útbúgvingini antin kunnu ella skulu hava nakrar mánaðir arbeiðsroyndir í eini fyritøku. Tey fáa góðskrivað lærugreinir fyri arbeiðsroyndina. 

Arbeiðstíð: Vikuliga arbeiðstíðin kann vera ymisk, men vanligt er arbeiðsvikan 30 tímar í einum tíðarskeiði á 3 til 6 mánaðir. Hinar 10 tímarnar um vikuna brúka tey lesandi til at skriva eina frágreiðing í sambandi við útbúgvingina. Tey lesandi fáa vanliga boð um krøv og treytir frá útbúgvingarstovninum, og hetta skulu fyritøkan og tann lesandi halda seg til.

Samsýning: Starvslesandi fáa vanliga studning, meðan tey eru starvslesandi. Vanligt er tó eisini, at tey fáa eina samsýning frá fyritøkuni, har tey eru starvslesandi, alt frá kr. 10.000 til kr. 20.000 fyri tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur: Útbúgvingarstovnurin hevur ymisk krøv til arbeiðsuppgávurnar, soleiðis at tann lesandi kann fáa arbeiðstíðina góðskrivaða sum part av lesnaðinum. Hetta má fyritøkan taka hædd fyri og samskipa í samstarv við tann lesandi. Arbeiðsuppgávur kunnu til dømis vera kanningar, greiningar, vørumenning o.s.fr. Hetta verður avrátt alt eftir, hvat fakøki fyritøkan og lesnaðurin fevna um. 

Góð ráð:  Tað er gott at fyrireika nakrar ítøkiligar uppgávur, sum fyritøkan hevur tørv á at fáa loyst innan økið, og har tann starvslesandi hevur førleikar. 
Tað er ein fyrimunur fyri báðar partar, um tann starvslesandi hevur ein ábyrgdarpersón í fyritøkuni, sum kann vegleiða og svara  spurningum í dagliga arbeiðinum.  

 

Lestrarstarv:

Fyritøkur kunnu bjóða lesandi starv nakrar tímar um vikuna soleiðis, at tey lesandi fáa arbeiðsroyndir og tilknýti til vinnuna undir lesnaðinum.

Arbeiðstíð: Vanliga 8-16 tímar um vikuna. Hetta kann eisini samskipast á annan hátt eftir tørvi hjá fyritøkuni og tímatalvu hjá tí lesandi. 

Samsýning: Tey lesandi fáa løn samsvarandi seinastu endaðu útbúgving og samsvarandi galdandi sáttmála fyri arbeiðsøki. 

Arbeiðsuppgávur: Talan kann vera um ymiskar uppgávur í einum lestrarstarvi.  Lesandi ynksja tó ofta eitt lestrarstarv, har uppgávurnar eru viðkomandi fyri lesnaðin, soleiðis at tann lesandi fær nakað burturúr.   
alt eftir tørvinum hjá fyritøkuni. Summar av uppgávunum skulu tó vera viðkomandi fyri lesnaðin, soleiðis at tann lesandi fær nakað burturúr. Harafturat kunnu verða aðrar uppgávur, sum fella uttanfyri sjálvan lesnaðin. 

Góð ráð: Lógin um setanarprógv er galdandi fyri øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánað, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna. Hóast talan kann verða um lestrarstarv, har tann lesandi arbeiðir færri enn 8 tímar um vikuna, kann verða ein fyrimunur at gera eitt setanarprógv, har starvssetanin og treytir eru lýstar. Tá eru setanarviðurskiftini greið og týðilig fyri bæði arbeiðsgevara og løntakara.

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo