Til fyritøkur

Vit bjóða føroyskum fyritøkum at skráseta seg á leinkjan.fo og at leggja út verkætlanir, ið lesandi kunnu arbeiða við sum eina uppgávu í sambandi við teirra útbúgving. Tað, sum fyritøkan ítøkiliga fær burturúr, er , at fyritøkan fyri ein part kann fáa kannað viðurskifti, sum hava týdning fyri fyritøkuna, og harafturat kann fyritøkan fáa samband við lesandi, sum kunnu hugsast at søkja starv hjá fyritøkuni í framtíðini.

Meira yvirskipaða endamálið við leinkjan.fo er at økja um sannlíkindini fyri, at føroysk lesandi velja at búseta seg í Føroyum eftir lokna útbúgving, og at styrkja møguleikarnar hjá privata vinnulívinum í Føroyum at fáa atgongd til bestu arbeiðsmegina. At navn og logo hjá fyritøkuni er á heimasíðuni, er eitt tekin um, at fyritøkan er virkin í sínum CSR-arbeiði til gagns fyri føroyska samfelagið.

FYRITØKUR

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo