Leinkjan millum lesandi og vinnulív

 

Leinkjan.fo skapar sambond millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Leinkjan.fo gevur fólki undir útbúgving møguleika at skriva smærri ella størri uppgávur um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur. Og við at bjóða fram mentorskipan, har lesandi kunnu søkja um vegleiðara í mun til útbúgving og yrkisleið innan privata vinnulívið.

 

 

VERKÆTLAN

HTU starvspraktikantur

Lesur tú byggifrøði ella verkfrøði og brennir fyri trygdini á einum byggiplássi? So hevur tú møguleikan at fáa eitt spennandi praktikpláss hjá okkum.

Vit hava altíð raðfest trygdina sera høgt og vilja áhaldandi ganga á odda við at menna HTU økið í Føroyum. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at geva lesandi møguleikan at fáa royndir og kunnleika um trygdina og týdningin av henni í okkara felag og í vinnuni sum heild.
 

Arbeiðsøki
Starvið sum Starvspraktikantur innan HTU fevnir í høvuðsheitum um:

  • Ymiskar uppgávur innan HTU
  • Luttaka við serligum HTU átøkum innan byggivinnuna

Tú hevur møguleika at deila praktiktíðina upp í tvey økir. Tú kann arbeiða ein part av tíðini við HTU og ein annan part á øðrum øki innan byggivinnuna.
 

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.Tú hevur lisið eina tíð, men manglar ta síðstu praktikkina. 

Tað er ikki eitt krav men ein fyrimunur, um tú hevur “sikkerhedskoordinator” útbúgvingina sum ein part av tíni útbúgving.
 

Vit bjóða
Eina spennandi og avbjóðandi praktiktíð, har tú hevur møguleika at ávirka HTU øki í Articon. Tú verður partur av eini væl skipaðari fyritøku, har HTU er eitt týdningarmikið og høgt raðfest øki í fyritøkuni.
 

Meira at vita
Hevur tú spurningar til praktikk starv hjá okkum, kanst tú venda tær til Evelyn Gaard, HTU-leiðara á tlf. 216188 ella Hera Kjærbo, HR-leiðara á tlf. 286171.
 

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@articon.fo.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 220 fólk.


leinkja til nærri lýsing av verkætlan »


Kontakt persónur: Evelyn Gaard ella Heri Kjærbo

Telefon: 216188 ella 286171

Teldupostur: starv@articon.fo

Heimasíða: http://www.articon.fo


Lagt út: 14. mars 2017


Evni:

Bygging

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo