Leinkjan millum lesandi og vinnulív

 

Leinkjan.fo skapar sambond millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Leinkjan.fo gevur fólki undir útbúgving møguleika at skriva smærri ella størri uppgávur um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur. Og við at bjóða fram mentorskipan, har lesandi kunnu søkja um vegleiðara í mun til útbúgving og yrkisleið innan privata vinnulívið.

 

 

VERKÆTLAN

Starvslesandi til Formula

Ert tú undir hægri útbúgving?

Vit bjóða tær av!

Ert tú undir hægri útbúgving og hevur hug at geva ástøðiliga partinum av lesnaðinum eitt praktiskt mótspæl? Søk um lestraruppgávu ella at koma í starvslesandi hjá Formula!

Hvørjum kann eg arbeiða við?
Í okkara stimbrandi og stuðlandi umhvørvi fært tú eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at tíni fakligu bakgrund og tí, Formula hevur tørv á.

Uppgávur, ið vit kunnu bjóða tær eru t.d.: 

•    Menning og forritan 
•    Brúkaraupplivilsi og brúkbæri 
•    Handil og søla millum fyritøkur
•    Samskifti og miðlan 


Hví velja Formula?
Á Formula verður títt avrik ikki sett á hillina, men brúkt í víðarimenningini av loysnum okkara.

1.    Gev teoriini eitt praktiskt mótspæl

Á Formula kanst tú geva ástøðiliga partinum av lesnaðinum eitt praktiskt mótspæl. Tú fært innlit í, hvussu ein nútímans KT-fyritøka verður skipað, og hvørjir praktiskir faktorar ávirka avgerðir í gerandisdegnum.

2.    Fá fótin innum á arbeiðsmarknaðinum

Við starvsvenjing á Formula kanst tú fáa fótin innum á arbeiðismarknaðinum, gera tær royndir og skapa eitt netverk innan vinnulívið. Fleiri av okkum á Formula hava fingið starv eftir starvsvenjing, og ert tú íðin og ágrýtin, kann hetta gerast ein møguleiki.

3.    Stimbrandi, stuðlandi og spennandi umhvørvi

Vit vænta ikki, at tú dugir alt og eggja tær at spyrja, tá tú er í iva. Vit liva av vitan og raðfesta tí høgt, at øll okkara starvsfólk altíð hava dagførda útbúgving innan teirra arbeiðsøki. Á Formula hevur tú tí altíð nýggjastu vitanina við hondina.

4.    Vit trívast og elska tað, vit gera

Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár – sera long tíð innan KT-vinnuna. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast saman og skipa javnan fyri tiltøkum sum innandurafótbólti, kvøldum við telduspæli og keynotes á stórskíggja.

5.    Álit og trúvirði

Fyritøkur og stovnar í øllum geirum og greinum líta á okkara loysnir hvønn dag. Vit veita loysnir til stovnar og fyritøkur í øllum geirum og vinnugreinum kring heimin.


Kontakt persónur: Jan Berg

Telefon: 344033

Teldupostur: jab@formula.fo


Lagt út: 22. desember 2016


Evni:

Kunningartøkni

Samskifti

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo