Leinkjan millum lesandi og vinnulív

 

Leinkjan.fo skapar sambond millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Leinkjan.fo gevur fólki undir útbúgving møguleika at skriva smærri ella størri uppgávur um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur. Og við at bjóða fram mentorskipan, har lesandi kunnu søkja um vegleiðara í mun til útbúgving og yrkisleið innan privata vinnulívið.

 

 

VERKÆTLAN

#rita1tíma

KT-Felagið leitar eftir ágrýtnum og dugnaligum lesandi at hjálpa KT-felagnum at samskipa #rita1tíma 2017!

Í 2016 fór átakið #rita1tíma av bakkastokki. Tiltakið #rita1tíma er samskipað í samstarvi við Skúlan á Fløtum og vónin er, at allir næmingar í Føroyum sum frá líður fara at #rita1tíma minst eina ferð um árið. Hesir skúlar vóru við í 2016:
 

  • Skúlin á Fløtum
  • Frískúlin í Havn
  • Skúlin á Argjahamri
  • Runavíkar
  • Kommunuskúlin

 

Men ætlanin er, at allir skúlar skulu vera við í 2017.

Endamálið við átakinum er at økja um kunnleikan til forritan. Hetta verður gjørt við at bjóða skúlum møguleika fyri at fáa starvsfólk úr KT vinnuni inn um skúlagátt at undirvísa næmingum í grundleggjandi forritan. Les meiri um átakið her.

KT felagið heldur, at førleikarnir hjá næmingunum at forrita eiga at verða styrktir, tí hetta er longu ein náttúrligur partur av fleiri størvum og ítrivum í samfelagnum. Tí heldur KT felagið, at forritan er eins týdningarmikið sum t.d. at læra at lesa, skriva og rokna. Harafturat verður týdningurin ikki minni frameftir.

Leitað verður eftir ágrýtnum og dugnaligum lesandi at hjálpa til at samskipa skúlavitjanir og møguliga eisini saman við einum starvsfólki úr KT vinnuni undirvísa næmingum í forritan, tá farið verður á skúlavitjanir.

Hevur hetta tín áhuga, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vinnuhúsið.


Kontakt persónur: Marius Thomassen

Telefon: 739905

Teldupostur: marius@industry.fo


Lagt út: 22. desember 2016


Evni:

Kunningartøkni

Annað

Samband

  • Leinkjan
  • Óðinshædd 7
    Postboks 1038
    FO-110 Tórshavn

  • Telefon: +298 30 99 00
  • Teldupostur: leinkjan@industry.fo
 

Tíðindabræv

Melda til okkara tíðindabræv



 

Fylg okkum her

  





Vinnuhúsið eigur og rekur Leinkjan.fo